Samfelagsfrøðingurin Gestur Hovgaard vardi týsdagin Ph.D-ritgerð sína, ið snýr seg um, hvussu smá fiskivinnusamfeløg standa seg í alheimsgerðini. Samfelagsfrøðingurin stóð royndina, og Føroyar fingu sín fyrsta doktara innan samfelagsfrøði
Týsdagurin var ein søguligur dagur í føroyska útbúgvingarheiminum.
Tá vardi 35 ára gamli samfelagsfrøðingurin, Gestur Hovgaard, eina doktararitgerð ? eina sonevnda Ph.D-ritgerð ? á Roskilde Universitetscenter, RUC.
Verjan tók umleið tríggjar tímar tilsamans, og seinnapartin týsdagin hevði fyrsti føroyski doktarin í samfelagsfrøði staðið royndina.
Gestur Hovgaard úr Hovi starvast dagliga sum granskari á Granskingardeplinum fyri Økismenning, og hann undirvísir eisini á Fróðskaparsetri Føroya. Seinastu trý árini hevur hann millum annað arbeitt við Ph.D-ritgerðini, sum á enskum nevnist "Globalisation, Embeddedness and Local Coping Strategies".
Ritgerð um fiskivinnusamfeløg
Ritgerðin snýr seg í stuttum um, hvussu smá fiskivinnusamfeløg kunnu standa seg í sonevndu alheimsgerðini ella globaliseringini, sum hon eisini verður nevnd.
Í ritgerðini verður staðfest, at fiskivinnubygdir ofta eru tapararnir í globaliseringini, men kortini finnast fiskivinnusamfeløg, sum vísa búskaparliga megi og evni til at broyta seg.
Klaksvík og Båtsfjorden í Noreg eru sonevndar case'ir í ritgerðini, og Gestur Hovgaard roynir í verki sínum at finna fram til, hvørjar orsøkirnar eru til, at hesi bæði samfeløgini sum heild standa seg væl í alheimsgerðini.
- Ofta snúgva slíkar ritgerðir seg um viðurskifti í stórum londum og samfeløgum. Eg helt tað hinvegin vera spennandi at viðgera viðurskifti, sum hava týdning fyri smá samfeløg sum okkara, sigur Gestur Hovgaard.
Almannakunngerast internationalt
Við verjuna av doktararitgerðini á RUC týsdagin sótu tilsamans tríggir sonevndir opponentar og settu Gesti Hovgaard kritiskar spurningar.
Opponentarnir vóru norðmaðurin Ottar Brox, bretin Bob Jessop og sviin Herman Smidt, ið allir hava fakligar røtur í samfelagsfrøðini. Fleiri føroyingar sótu eisini á áhoyraraplássunum og fylgdu verjuni.
Næsta stigið hjá Gesti Hovgaard, eftir at Ph.D-verjan nú er farin afturum, er at almannakunngera partar av ritgerðini í altjóða høpi.
- Opponentarnir hava mælt mær til at almannakunngera nakað av tí, ið snýr seg um viðurskiftini í Klaksvík, sum í empiriskum høpi eru serliga áhugaverd, sigur Gestur Hovgaard.










