Tað var føðideildin á Landssjúkrahúsinum, sum fekk heiðurin at verða karmur um fyrstu føðingina í nýggja árinum. Og hetta hóast familjan, sum fekk lítlu didduna, býr í Klaksvík. Foreldrini eru Alis Jacobsen og Jónleif Christiansen og eiga tey frammanundan 6 ára gomlu Honna Elsubeth, ið við hesum bleiv stórasystir.
Gentan vigaði 4200 g. og var 54 cm. long. Mamman var sett at eiga longu 19. desember, so diddan lat bíða eftir sær.
- Øll søgdu, at hetta fór at vera eitt jólabarn, men nú kom hon ikki fyrr enn nýggjársnátt, sigur Hanna Elsubeth, sum sjálv er ættað úr Skálabotni.
Av føðideildini siga tey, at tað er eitt sindur stuttligt at vita, hvat sjúkrahús fer avstað við fyrstu føðingini í árinum, og at tað fer ein lítil kapping fram millum sjúkrahúsini um tað.
- Annars hevur verið stak friðarligt her um øll jólini. So mammurnar hava ordiliga hugna sær við teimum smáu, og páparnir hava verið nógv til staðar, verður sagt av føðideildini á Landssjúkrahúsinum.