Fyrsti føroyingurin í ár ein havnardrongur

Seks dreingir og ein genta eru fødd higartil í ár á teimum trimum sjúkrahúsunum. Fyrsti føroyingurin er ein havnardrongur, sum varð føddur á Landssjúkrahúsinum ein tíma og fýra minuttir inn í nýggja árið.

Meðan roykurin enn hekk tjúkkur yvir høvuðsstaðin og onkur rakett sást her og har kom fyrsti nýføðingurin í ár í verðina á Landssjúkrahúsinum. Nýggja árið var ikki meiri enn ein tíma og fýra minuttir gamalt, og hesin lítli havnardrongurin er tí tann fyrsti av teimum millum seks og sjey hundrað føroyingunum, ið verða borin í heim í 1999.

Foreldrini hjá hesum fyrsta í røðini í ár eru Laufey Haraldson og Hans Blaasvær í Havn. Drongurin vigaði 4450 gram og var 54 cm langur.

- Vit hava bíðað eftir honum síðani 21. des., tá ið eg var sett til at eiga, sigur mamman Laufey Haraldson, ið eigur trý børn frammanundan.

Í skrivandi stund eru smáir fýra dagar farnir av nýggja árinum, og higartil eru sjey børn fødd á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Á Landssjúkrahúsinum komu tveir dreingir í verðina fyrsta dagin í árinum, og 2. januar komu ein genta og ein drongur. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eitt barn komið, ein drongur sum varð føddur náttina til mánadagin. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru tvey børn fødd higartil í ár, tveir dreingir og báðir vóru føddir 3. januar.


Minking

Í fjør vóru í alt 645 børn fødd. Á Landssjúkrahúsinum vóru 538 børn fødd, á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru 51 børn fødd og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru 56 børn fødd. Talið á føddum børnum í 1997 var 666. Í Suðuroy og í Norðoyggjum er talan um vøkstur í talinum, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vóru trý fleiri fødd í fjør í mun til árið fyri og á Suðuroyar Sjúkrahúsi vóru níggju fleiri fødd sama tíðarbil. Á Landssjúkrahúsinum vóru sostatt 33 færri børn fødd í fjør í mun til árið fyri.

Fyri tíggju árum síðani vórðu 980 børn fødd í Føroyum. 1988 var eitt merkisvert ár í so máta, ongantíð hevur verið talan um so stórt barnatal og so stóran vøkstur - í 1987 vórðu 785 børn fødd. Síðani 1988 er talið minkað javnt, í 1994 kom talið niðurum 700 og so lágt hevur tað ikki verið síðani fyrst í áttatiárunum.