Fyrsti evropeiski Mazda komin

Í farnu viku kom fyrsti Mazda2 til landið. Bilurin, ið avloysir Mazda Demio, verður gjørdur í Valencia í Spania. Mazda2 verður gjørdur sum hatchack við fimm hurðum og fæst í útgávunum: LX, GLX og Sport

Síðst í januar varð bilredaktiónin á Sosialinum boðin við til Barcelona í Spanien, tá nýggi Mazda2, sum verður gjørdur í Valencia, varð frumsýndur fyri evropeiskum Mazda bilhandlarum.
Mazda2 er ein heilt nýggjur bilur, sum verður gjørdur á somu verksmiðju í Valencia sum t.d. Ford Fiesta, tað eru tó japanskir verkfrøðingar, sum skipa fyri menningini og framleiðsluni av Mazda2. Bilurin er gjørdur í sama stýli sum Mazda6 hvat viðvíkur designi og innrætting við t.d. alulook á instrumentborðinum. Talan er um ein 5 persónabil við 268 litra viðførisrúmi, tá baksetrini verða løgd niður er viðførisrúmið 1.044 litrar. Lessihæddin aftan er lág, umleið 50 cm, so lætt er at leggja størri lutir inn í bilin. Um baksetrini og høgra forsetur verða løgd fram, er pláss fyri tveimum súkklum í bilinum. Innan er eisini gott pláss, Tað er ein frøði at hava onkrar lutir at leggja frá sær tí bilurin hevur skuffur, hillar og rúm allasatðni, og bilurin er góður at koma inn í. Nakkapúturnar aftan kunnu koyrast heilt niður, so tær ikki taka útsýnið aftur eftir, tá tær ikki eru í brúk.

LX, GLX og Sport

Mazda2 fæst í útgávunum LX, GLX og Sport. Í standard útgávuni, LX hevur hann t.d. fjarstýrt sentrallás, hita í forsetrunum og radioskipan, sum verður fjarstýrd frá rattinum. GLX útgávan hevur el-síðurútar framman og aftan, el-síðuspegl við hita, tokulyktir og seks hátalarar. Í Sport útgávuni hevur hann sportinntrekk, leðurratt og 15" alu-felgur.
Bilurin fæst við hesum bensinmotorum: 1,25 litur við 75 hk, 1,4 litur við 80 hk og 1,6 litur við 100 hk. Hann fæst eisini við 1,4 litur commmon-rail dieselmotori við 68 hk, hesin er sera orkusparandi, hann koyrir heilar 22,0 km/l. Trygdin er eins og í størri bilum við t.d. ABS bremsuskipan og DSC (Dynamic Stability Control), airbag framman, í síðunum og gardinairbag. Mazda2 verður gjørdur sum ein praktiskur hatchback við 5 hurðum. Hjá Berg Motors vænta tey sær eins nógv av Mazda2, sum tey hava upplivað tað við Mazda6, ið varð sera væl móttikin.







Mazda2 1,25i LX

Motorurin 1, 25 litur 4 syl. bensin 75 hk

0-100 km/t15,1sek

Bensinnýtsla15,9 km/l

Dekkstødd175/65R14

Stødd og vekt
Longd393,0 cm
Breidd168,0 cm
Hædd155,0 cm
Eginvekt1125 Kg
Viðførisrúm268 litrar

Prísurkr. 146.700,-

SøluumboðBerg Motors
Staravegur
FO-100 Tórshavn
Tel.313535