Fyrsti elbilur við battarískiftisskipan

Nú nærkast elbilarnir av álvara. Fyrsti bilur ið kemur á marknaðinum við battarískiftiskipan verður Renault Fluence, sum kemur á danska marknaðin næsta ár.

Meðan veðurlagstoppfundurin COP15 var í Keypmannahavn í desember vóru nógvir ymiskir elbilar sýndir fram. Ein tann mest áhugaverdi var helst Renault Fluence, sum er flaggskipið í elbilaflotanum hjá Renault. Bilurin, sum kemur á danska marknaðin næsta ár, verður fyrsti bilur á marknaðinum við møguleika til at kunna skifta battarí, ístaðin fyri at skula løðast upp frá eini stikkkontakt.


Talan verður um ein bil við 95 hk (ella umleið 70 kW) elmotori og einum botntrekki upp á 220 Nm. Bilurin kann koyra millum 130 og 200 km til upp á eitt 24 kWh battarí, alt eftir hvar bilurin koyrir og hvussu skótt verður koyrt.


Í Danmark kemur bilurin at kosta nakað tað sama sum ein Renault Mégane (umleið kr. 250.000) Prísurin á bilinum er uttan battarí, sum verða leigað frá Renault ella Better Place í Danmark.