Talan er um bygningin sum gólváleggingarfelagið JIMS letur byggja. Bygningurin er 15 x 20 metrar og er í tveimum hæddum, skrivar heimasíðan hjá Jóanis Nielsen. Tað er byggifelagið Trøðhamar í Miðvági, sum stendur fyri arbeiðinum av nýggju høllini í Sørvági, meðan Sandavágs Timburhandil letur byggitilfarið og stálkonstruktiónirnar. Ætlandi verður bygningurin klárur at taka í brúk um hálvan novembur.