Fyri fyrstu ferð, síðan korona-farsóttin tók seg upp, er ein sjúklingur lagdur inn á sjúkrahús í Grønlandi. Støðan hjá sjúklinginum er sambært grønlendskum heilsumyndugleikum ikki álvarslig.
Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur við Sermitsiaq, at tað er kroniska sjúkan, sum sjúklingurin dregist við, ið er orsøk til innleggingina.
Tað var hin 31. desember, at sjúklingurin við covid-19 endaði á Dronning Ingrids Hospitali í Nuuk, har viðkomandi liggur avbyrgdur frá øðrum sjúklingur og heilsustarvsfólkum.
Sjúklingurin hevur verið til viðgerð í Danmark fyri kroniska sjúku, og tað er í hesum sambandi, at viðkomandi er vorðin smittaður við covid-19.
Síðan sjúklingurin kom heim aftur til Grønlands, hevur hann verið avbyrgdur, tí heilsumyndugleikarnir mettu tað tryggast.
Soleiðis er sambært landslæknanum, Henrik L. Hansen, eingin vandi fyri, at nakar annar er vorðin smittaður í hesum sambandi.
Grønland hevur annars havt rættiliga fáar smittutilburðir, síðan farsóttin tók seg upp. Samlaða talið av smittaðum er 27, harav 21 higartil eru vorðin frísk aftur.