Tað er TÜV í München, sum hevur staðið fyri góðkenningini, ið dekkar t.d. val av tilfari, sjálva framleiðsluna, lidna bilin og ikki minst at tilfarið
kann endurnýtast, og at minst møgulig orka verður brúkt til framleiðsluna.
27 ymiskir komponentar í nýggja S klassanum eru gjørdir úr
endurnýtslutilfari, og bæði bensin- og dieselmotorarnir eru orkusparandi og
meira umhvørvisvinarligir enn tey strongu Euro4 krøvini.









