Fyrsti B36 sigurin

Púra óvæntað eydnaðist tað í góðveðrinum seinnapartin næstbesta B36 liðnum at vinna 2-1, tá ið árstalsfelagið vitjaði í Sørvági. Hetta var fyrsti sigurin hjá B36 í 1. deild í ár, og hetta var fimta SÍ tapið á rað. Harvið hava bæði SÍ og B36 trý stig.

Jørgen Meitilberg legði SÍ framum, tá ið eitt stórt korter var farið, og SÍ leiðslan helt sær, inntil tað restaðu tíggju minuttir.

Kristian Heen javnaði fyri B36, og tríggjar minuttir undan leikloki skoraði innskifti Høgni Eysturoy sigursmálið fyri B36.