Dysturin í dag verður í høllini í Trongisvágí klokkan 15.
Danska liðið kom til landið í gjár og hevur havt sínar venjingar í Havn, meðan føroyska landsliðið hevur verið á venjingarlegu í Trongisvági.
Tað verður altjóða dómarin, Jan Hentze, sum skal døma dystin saman við Tummas Óla Mortensen. Hetta verður samstundis fyrsti dysturin, sum Jan Hentze dømir, eftir at hann hevur fingið endaliga góðkenning sum altjóða dómari.
Jan Hentze hevur higartil dømt umleið 50 dystir, men hetta hevur verið undir heitnum sum »altjóða kandidatur«. Í næsta mánaði skal hann undir sína stórstu dómarauppgávu higarti - eftir hansara tykki, tá hann skal døma tveir landsdystir millum OL-vertirnar Ongland og Spania. Hesir dystir verða í London.
Tað verða eisini Jan Hentze og Tummas Óli Mortensen sum skulu døma seinna dystin millum Føroyar og Danmark, sum verður á Giljanesi klokkan 14:15 sunnudagin.
Dysturin á Giljanesi verður varpaður út beinlsiðis á Rás 2, og byrjar tann frásøgnin sunnudagin klokkan 14. Hilmar Jan sigur frá, og saman við sær at greiða frá hevur hann eisini Jákup á Stongum.