Fyrsti afrikanski sigurin

Bólkur H hevur higartil bjóða uppá tvey óvæntaði úrslit, har favorittarnir í báðum førum hava tapt teirra dystir

Seinasti bólkurin í HM-endaspælinum er í dag farin av bakkastokki, og fyrr í dag vann Japan ein heldur óvæntaðan móti Kolumbia.

 

Les eisini: Útvístur eftir tríggjar minuttir

 

Fyri løtu síðani var annar dysturin í bólki H spældur, og aftur hesa ferð var úrslitið heldur óvæntað tí sum var væntað frammanundan dystinum. Dysturin endaði við, at Senegal vann 2-1 móti Póllandi, eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Senegal. Sum heild var talan um ein dyst, har Pólland var meira á bóltinum, men hevði trupulleikar við at skapa avgerandi støður á seinasta triðinginum.

 

Og tá so ein pólsk verjuvilla miðskeiðis í seinna hálvleiki, endaði við at Senegal legði seg á odda 2-0, gjørdist uppgávan hjá Póllandi óvanliga trupul.

 

Senegalski sigurin er fyrsti sigurin hjá einum afrikonskum landið til hetta HM-endaspælið, har tað higartil hevur verið tey europeisku londini, ið eru byrjaði mest sannførandi.

 

Tí er longu nú trýst á bæði Kolumbia og Póllandi, sum fleiri annars mettu sum greiðastu favorittarnar at spæla seg víðari úr bólki H.

 

Pólland – Senegal 1-2 (0-1)

0-1 Thiago Cionek (Sjálvmál), 37.

0-2 Mbaye Niang, 60.

1-2 Gregorz Krychowiak, 86.