Erik Lüthje Frandsen
Ølviðmerkjari
Enn einaferð hava vit fingið tann heiður at smakka gyltu norðuratlantisku droparnar. Tað var við eyðmýkt, at vit fóru undir uppgávuna. Tá eg skrivi vit, so er tað tí, at eg enn einaferð havi fingið mínar góðu ølvinir, Ivan Læbel og Tonny Birkekjær at hjálpa mær. Av tí at ein av framleiðslunum, vit skuldu smakka, var ein cider, fingu vit kvinnurnar við. Eitt sindur einoygt tóku vit ta støðu, at cider er ein kvinnudrykkur.
Millum sløgini vóru eisini tvær øl, sum upprunaliga vórðu bryggjaðar hjá Restorffs, men sum nú verða bryggjaðar á Føroya Bjór.
Øl og ølfavorittar er heilt klárt eitt subjektivt evni. Men undir øllum umstøðum kunnu vit uttan himpr siga, at norðuratlantiska ølið er góðskuøl. Øl á høgum støði hvat hondverki viðvíkur. Okkurt dámar okkum sera væl, okkurt minni væl. Men tað, sum helst bergtekur okkum mest, eru nógvu sløgini við lítlum muni – ofta ógvuliga lítlum enntá.
Føroya Bjór pilsnar
Ein ótrúliga deilig gerandisøl. Einki at undrast yvir, at hon fyrr hevur vunnið gull við ølkappingar. Tað kundu vit gott funnið upp á at givi henni eisini. Ein sera góður pilsnari, sum saktans kundi blivið ein favoritt pilsnari – super.
Black Sheep
Ein premium myrk lager øl. Enn einaferð ein góð øl – eingin bryggimeistari bryggjar jú eina vánaliga øl. Bryggjarin hevur eina ætlan við uppskriftini. Skal eg sammeta má eg siga, at Black Sheep liggur beint undir Sluppølini, sum er veruliga góð.
Restorffs Tarvur
Ein deiligur pilsnari við góðum liti – eitt sindur myrkari enn flestu pilsnarar, og tað er smakkurin eisini. Flottan kropp og gott skúm – WAU! Ein pilsnari tú saktans kann drekka fleiri av.
Ydun
Well – vit vita ikki heilt, hvat vit skulu halda. Vit royndu eisini Ydun í november síðsta ár. Tá smakkaði tú rabarburnar betri, ølin smakkaði meiri av frukt. Hon tykist eitt sindur tunn. Men sjálvt ølið er gott. Ein rættilig summarøl. Gott, at nýggja ølin er í klárum fløskum – á tann hátt er talan um eina góða øl við stórum mótsetningum.
Restorffs Gull
Aftur ein fyrstafloks øl. Gott samanspæl millum lit, lukt og smakk. Men kortini halda vit, at Føroya Bjór gull er ein flokk betri. Hon er eftir okkara tykki í einum flokki fyri seg.
Føroya Bjór Sct. Brigid Blond
Her er talan um eina ótrúliga »roynd«. Talan er ikki um eina klassiska norðurlendska øl. Hinvegin er talan um eina øl, ið veruliga gevur bryggjarínum eina avbjóðing. Ølin hevur klassa og veruligan møguleika. Hon skal bara mennast eitt sindur. Ølin hevur so nógv í sær, at hon veruliga mettar. Vit bíða við spenningi eftir, hvussu Føroya Bjór kann menna hesa ølina víðari.
Føroya Bjór Nordic Cider
Hvør skuldi trú, at cider kundi bryggjast í Føroyum? Hetta er ein góður cider við súrleika og søtleika og einum púra náttúrligum súreplasmakki, ikki bara eitt dism. Talan er um veruligan súreplacider. Tað kundu fleiri framleiðarar lært av.
Tað hevur verið ein frægd at smakka hesi ølsløgini. Tað eru ølsløg, okkum dámar minni væl, tá vit tosa um norðuratlantiskt øl, men tað finst so sanniliga eisini øl, sum er høgt í metum hjá okkum.
Erik Lüthje Frandsen hevur í mong ár verið limur í Selskab for Vestjydsk Ølkultur. Hevur verið við frá byrjan í 1991, og hevur í fleiri ár sitið í nevndini.