Fyrsta yrkingasavnið eftir Hanus Kamban

Eftir at hava virkað sum rithøvundur og týðari í mong ár, gevur Hanus Kamban nú út sítt fyrsta yrkingasavn


Hanus Kamban hevur fyrr latið úr hondum stuttsøgusøvn, ævisøgulig verk, greina- og essaysøvn umframt týðingar eftir millum onnur Graham Greene, William Shakespeare og James Joyce. Men Café Europa er høvundsins fyrsta yrkingasavn, skrivar heimasíðan hjá Rithøvundafelagnum. 



Europa sum hugtak

Heitið á savninum gevur eina ábending um, at ikki fáir av tekstunum peika á Europa sum søguligt, listarligt og fyrst og fremst skaldskaparligt og mentanarligt hugtak. Undir hesum neti av tilsipingum eru univers, sum lesarin sjálvur verður boðin at fara á rannsóknarferð í.

Bókin verður løgd fram á almennari móttøku í Miðlahúsinum fríggjadagin tann 12. september frá kl. 16.00 til 17.30. Andrea Heindriksdóttir spælir tvey verk á tvørfloytu, og høvundurin sigur nøkur orð um bókina og lesur nakrar yrkingar. Høvi verður til at ogna sær bókina fyri ein lagaligan prís og - um fólk ynskja - við høvundsins signaturi.

Forlagið bjóðar vín, djus, kaffi og - sum tað sømir seg á Café Europa - ein kakubita til tann kræsna góman. Øll eru vælkomin, sigur forlagið.

Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur út nýggja yrkingasavnið.