Seinnapartin klokkan 15 verður nýggja Blákrossheimið á Nesi alment tikið í nýtslu.
Nógv tiltøk eru á skránni í vikuskiftinum. Har verður vígsla, móttøka, 30 ára hald, opið hús, sangløta og blákrossmøti.
Um fólk ynskja at síggja nýggja og stásiliga Blákrossheimið á Nesi, so býðst møguleikin at fara á vitjan um vikuskifti. Tí eftir vikuskifti er heimið ikki opið fyri almenninginum; tá mugu avtalur gerast frammanundan, um onkur skal koma á vitjan. Tí hevur Blái Krossur valt at hava opið hús um vikuskifti við nógvum ymiskum tiltøkum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frants Jensen, aðalskrivara í Bláa Krossi greiða frá tí nýggja viðgerðarheiminum.
Tað er fyrstu ferð í Føroya søgu, at eitt viðgerðarheim at hjálpa rúsmisnýtarum úr misnýtslu er bygt í Føroyum, og tí er hetta ein sera stór hending í 110 ára gomlu søguni hjá Bláa Krossi Føroya, men eisini í Føroya søgu sum heild.
(Mynd: blakross.fo)