Tað var væntandi, at stórur meiriluti fór at vera fyri framhaldandi limaskapi á Gibraltar.
Atkvøðurnar í lítla og fyrsta valdøminum eru nú taldar.
Veljararnir á Gibraltar vilja halda fram í ES, skrivar BBC.
Ikki færri enn 96 prosent av veljarunum hava atkvøtt fyri "remain", meðan bara fýra prosent hava atkvøtt fyri "leave".
Enn vanta 381 valdømi at telja, og tey vænta ikki endaliga úrslitið greitt fyrr enn í morgin tíðliga.
Valluttøkan á Gibraltar var 83,65 prosent.
Vegna tíðarunin upp á ein tíma er Gibraltar fyrsta valdømi, sum boðar frá valluttøkuni.
Umleið 23.000 veljarar hvødu møguleika at atkvøða á Gibraltar.
Seinsta kanningin frá stovninum Yougov vísir,a t 52 prosent eru fyri at Bretland heldur fram í ES, meðan 48 prosent eru ímóti. Men kanningin skal takast við stórum fyrivarni, tí enn er alt ógreitt.
46,5 milliónir bretar hava havt møguleikan at seta krossin í dag við søguligu fólkaatkvøðuna, sum skal gera av, um Stórabretlan skal fara úr ES eftir at hava verið limur síðani 1973.










