Leo Poulsen
So er alt, sum tað eigur at vera.
Tað er í hvussu er hugsanin hjá0 teimum mongu, sum ikki skiltu, at Jacob Vestergaard skuldi vrakast sum fiskimálaráðharri, tá nýggja samgongan varð skipað.
Sum øllum kunnugt fall valið hjá Fólkaflokkinum á Jákup Mikkelsen sum fiskimálaráðharra, men familjuskapur hansara við ein av størstu aktørunum í fiskivinnuni førdi sambært løgmanni til, at hann varð loystur úr starvið týsdagin.
Fyrradagin peikaði Fólkaflokkurin so á Jacob Vestergaard, og í gjár varð hann so innsettur sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Og longu sama dag fekk hann fyrstu uppgávuna. Sum longu greitt var framman undan, fekst eingin semja um makrelbýtið eftir seinasta samráðingarumfarið, sum var í Íslandi í vikuni.
Tað merkir, at tað nú er latið upp í hendurnar á Jacob Vestergaard, at tilluta Føroyum eina makrelkvotu fyri 2012.
Tað var júst Jacob Vestergaard, sum eftir úrslitaleysar samráðingar í fjør, tillutaði Føroyum eina eginkvotu á 150.000 tons. Hetta var tá óhoyrt, og eitt ógvuliga djarvt stig at taka.
Molarnir, sum fullu av húsbóndans borði, høvdu framan undan verið 15.000 tons, men eftir at tað varð staðfest, at makrelurin hevði skift ferðingarmynstur, og var í føroyskum sjógvi ein stóran part av tíðini, fekk Jacob Vestergaard at sláa nevan í borðið.
Og júst makrelurin hevur verið miðdepilin í teimum gegnistrupulleikum, sum fingu løgmann at loysa Jákup Mikkelsen úr starvi sum fiskimálaráðharra.
Nú verður tað so aftur í ár upp til Jacob Vestergaard at tilluta Føroyum eina eginkvotu, og sum skilst á nýggja fiskimálaráðharranum verður hon ikki minni enn í fjør.