Fyrsta tapið hjá Hødd

Hødd legði í gjár rygg til sítt fyrsta tap í ár. Hødd tapti 1-2 ímóti Odd Grenland á Høddvoll-Leikvøllinum. Hødd fekk ringast hugsandi byrjanina uppá fyrireikingarnar í vikuni, tí fleiri spælarar hjá Hødd hava ligið sjúkir við magasjúku síðstu dagarnar. Odd Grenland legði seg á odda í 16. minutti við máli, sum Morten Fevang skeyt. Fimm minuttir aftaná steðgin økti Peter Kovacs til 2-0. Stutt áðrenn leiklok skoraði Joachim Magnussen fyri Hødd til endaliga úrslitið 2-1 til Odd Grenland.