Fyrsta tónleika ævintýr á føroyskum

»Veiða vind« er stórfingin upprunaføroyskt tónleikaævintýr eftir Kára Bæk, Rakel Helmsdal og Janus á Húsagarði. Talan er um vakra myndabók og tónleikafløgu, har til ber at hoyra søguna

Veiða Vind er eitt sera for­kunn­ugt upp­run­a­før­oyskt tón­leik­a­ævin­týr eftir Kára Bæk og Rak­el Helms­dal. Jan­us á Hús­a­garði hev­ur mynd­prýtt, og úr­slit­ið er ein farm­úr vøk­ur mynda­bók við fløgu, har Føroya Sym­fo­ni­or­kest­ur spæl­ir tón­leik­in og Ann­finn­ur Hein­e­sen les­ur æv­in­týr­ið.

Veiða Vind er eitt tón­leik­a­æv­in­týr um trý syst­kin, tær fýra árs­tíð­ir­nar, ein dreka, eina álva­gentu og eina bjørn. Æv­in­týr­ið er eis­ini um hug­flog og veruleika í einum skap­andi meldri. Søgan byrja, með­an stór­i­beiggi ligg­ur og les­ur upp á kvæð­ið um Ólav Ridd­ar­a­rós, sum skal út á heið­­ina at verða villini hind. Lítli­beiggi misskilir, men fær í­blást­ur til at fara út av veiða vind. Systir hansara fer aft­an­á, og so fær hugflogið fríar ræs­ur...

Tón­askaldið fær íblástur frá kvæð­a­lag­num og skapar eitt frá­líkt tón­leik­a­verk, sum utt­an iva fer at hugtaka bæði børn og vaksin.

Talan er um stóra inn­bundna mynd­a­bók í litum, sum er 42 blaðsíður. Við bók­ini fylg­ir fløga, har Før­oya Symfoniorkestur við Bren­harði Wilk­­inson, sum ork­est­ur­­leiðara spælir tónleikin.

Mánadagin 9. mai byrja barn­a­kon­sert­irnar hjá Før­oya Sym­fon­ior­kestri. Tríggjar kon­ser­tir verða hvønn dag, frá mán­a­deg­num til hós­dag­in 12. mai. Her fáa øll børn í Før­oy­um frá 3 til 10 ár møg­u­leik­an at hoyra nýggja tón­leik­a­verk­ið Veiða Vind, sum er skriv­að til høvið. 3.500 børn úr øll­um Føroyum hava longu tekn­að seg at koma í Norð­ur­land­a­hús­ið hesar dag­ar­nar.

Føroya Symfoniorkestur fram­før­ir tón­leik­in, með­an Ann­finn­ur Hein­e­sen, sjón­leik­ari, lesur søguna, sam­stund­is sum vøkru mynd­ir­nar hjá Jan­usi verða vístar á stór­skíggja aftan fyri ork­estr­ið.

Um­fram nýggja verk­ið Veiða Vind, verða eisini onnur viðkomandi tón­leik­a­verk framførd, sum børn­ini kenna. Kenda lagið hjá Ol­sen Band­a­num verður spælt, og børn­ini sleppa at syngja nakr­ar føroyskar barna­sang­ir saman við Føroya Sym­fon­i­ork­estri.

Barn­akonsertirnar hjá Sym­fon­i­o­rk­estr­inum eru sera væl um­tókt­ar. Aftur í ár eru barn­a­kon­sert­ir­nar ­eitt sam­starv mil­l­um Norð­ur­land­a­hús­ið, Før­oya Syfoniorkestur, Nám og Bókadeild Føroya Lær­ar­a­fel­ags, sum geva tónleikaverkið út í bók. Í 2009 framførdi Før­oya Symfoniorkestur verkið Magn­us Musikus, sum eisini kom út sum bók við fløgu.

Tórshavnar Býráð, Ment­a­mál­a­ráð­ið og onn­ur hava stuðl­að og gjørt tað møgu­ligt at hava barn­a­kon­sert­ir og geva verk­ið út í bók.