Í annaðkvøld verður fyrsti dysturin, har nakað stendur upp á spæl spældur á nýggja grasvøllinum í Gundadali. Vøllurin fekk fáar og smáar snuddir, tá tað varð spælt á honum fríggjakvøldið, og so at siga eingi sár eru at síggja á honum nú. HB vandi á grasvøllinum sunnudagin, og teir skuldu venja aftur har í gjár og í dag.
Finska mótstøðuliðið í fyrra undanumfarinum til europeisku meistarakappingina eitur FC Haka úr Finnlandi. Eftir ætlanini skulu teir koma til Føroya í dag, og teir fara avstað aftur hósmorgunin.
HB skal spæla í Finnlandi mikudagin í komandi viku. Ætlanin er at fara av landinum mánadagin, og tá verður umvegis Keypmannahavn og Stokholm flogið til Finnlands.
Úr Havnar Bóltfelag frætta vit, at allir spælararnir eru tøkir, burtursæð frá Jan Dam, sum í fleiri vikur hevur drigist við ein vøddaskaða í búkinum. Spælararnir høvdu frí frá venjing í vikuni eftir at fyrra helvt av landskappingini var lokin, og síðani hava teir vant við fullari ferð.
HB hevur sett atgongumerkini til Europa Cup í forsølu í Kunningarstovuni í Havn. Í gjár vóru ikki so mong atgongumerki seld, men í HB rokna teir við og vóna, at tað fara at møta í minsta lagið fimtan hundrað áskoðarar upp til hesa fyrstu altjóða royndina hjá felagnum á orduliga heimavøllinum í Gundadali.
jh