Fyrsta styrkisroyndin millum havnafeløgini

Meistaraliðið HB og steypavinnararnir B36 fara í kvøld at spæla um Lionssteypið. Hetta er dystur til vælgerandi endamál, har tvey tey fremstu feløgini frá í fjør sleppa at royna seg ímóti hvørjum øðrum.

 

Bæði HB og B36 hava fingið fleiri nýggjar spælarar í vetur, og venjararnir sleppa í kvøld at royna hesar spælarar í týðandi dysti.

 

Millum spælararnar, sum kunnu spæla sín fyrsta veruliga dyst fyri HB ella B36 í kvøld, eru Christian Høgni Jacobsen, Milan Kuljic, Ovi Nysted og Helgi L. Petersen.

 

Dysturin um Lionssteypið verður á Ovara vølli í Gundadali í kvøld kl. 18.00