Tað kann ikki umgangast, at søgan hjá tveimum stórfeløgum, sum hava heimstað í sama býi, tíðum verður samantvinnað og at tað kemur fyri, at spælarar royna eydnuna í bæði Manchester City og Manchester United. Kendastu dømini frá nýggjari tíð eru skotin Denis Law, og danski málmanssrisin, Peter Schmeichel. Venjaralegendan hjá Manchester United, Matt Busby spældi eisini fyri Manchester City í sínum ungu døgum. Men fyrsta veruliga stjørnan hjá bæði Manchester City og Manchester United var walisiski Billy Meredith.
Kolanámsarbeiðari
William “Billy” Meredith varð føddur í Chirk í Black Park í Wales tann 30. juli í 1874. Tey fyrstu fótbóltsárini spældi Meredith amatørfótbólt í feløgunum Chirk og Northwich Victoria. Men fyri at vinna til lívsins uppihald, arbeiddi hann í einum kolanámi, har hann millum annað ansaði teimum smáu arbeiðsrossunum, sum vóru nýtt í kolanámunum. Mong føroysk ross endaðu sínar dagar í einum bretskum kolanámi.
Umboð fyri Manchester City sóu eitt stórt potentiali í tí unga Billy Meredith, og í oktober í 1894 fekk hann sáttmáli við felagið. Longu sama mánað fekk Meredith sína debut ímóti Newcastle, ein dystur sum Manchester City tapti 5-4.
Longu næstu vikuna tók Meredith fyrstu fetini, til at gerast ein legenda í Manchester. Tá Manchester City spældi ímóti Newton Heath – sum í 1902 broytti navn til Manchester United – skoraði hann tvey mál. Hetta var fyrsti ligadysturin millum feløgini bæði.
Meredith gjørdist nógv avhildin av áskoðarafjøldini hjá Manchester City. Hann var ein skjótur spælari, sum fóru spelandi oman gjøgnum vøllin við bóltinum. Kortini dámdi honum so væl at arbeiða í kolanáminum, at tað gekk ein tíð, áðrenn leiðslan í Manchester City fekk yvirtalað hann at fokusera fult og heilt uppá yrkisfótbóltin.
City ferðaðist millum næstbestu og bestu deildina, og eydnaðist tað ongantíð Meredith at vinna meistaraheitið í bestu ensku fótbóltsdeildini við City. Kortini var hann við til at vinna meistaraskapið í næstbestu deildini í bæði 1899 og 1903.
Vinnur FA Cup
Men í 1904 vann hann sín størsta sigur við Manchester City. City kom í FA Cup finaluna hetta árið. Dysturin var spældur á Crystal Palace, sum tá á døgum var navnið á kendasta leikvøllinum í London. Mótstøðuliðið var Bolton Wanderers. Bolton er grannabýur hjá Manchester, so talan var veruliga um eina grannauppgerð. 61.400 áskoðarar sóu Billy Meredith skora einasta málið í dystinum. Bolton-spælarnir vóru ógvuliga harmir um málið, tí teir meintu, at Meredith var rangstaddur tá hann fekk sendingina frá Livingstone, sum førdi til málið, men dómarin var ósamdur og læt málið standa.
Tað var ein ovurfegin liðskipari, Billy Meredith, sum tók ímóti steypinum. Hann var sagdur at verða besti spælarin í liguni, men hevði einki vunnið fyrr enn hendan dagin hann, sum 30 ára gamal gjørdist steypavinnari við Manchester City.
Ákærdur fyri mutur
Men nú kom ein hørð tíð í lívinum hjá Meredith. Saman við øðrum City-spælarum, varð hann ákærdur fyri at hava mutrað Aston Villa spælaran Alec Leake at tapa ein dyst við vilja. Ákæran ljóðaði uppá, at Alec Leake hevði fingið bjóða 10 pund frá Billy Meredith fyri at lata seg í einum dysti ímóti Manchester City í kappingarárinum 1904-1905. Talan var um ein avgerandi dyst, sum Manchester City mátti vinna fyri at gerast enskir meistarar í bestu deildini. Enska FA fann Meredith sekan í ákærunum, og hóast hann var ein áskoðaramagnetur, so fekk hann eitt leikbann á 18 mánaðir. Manchester City gjørdi einki fyri at hjálpa Meredith og liðfeløgunum. Meredith gjørdi ikki mætari enn, at hann almannakunngjørdi, at Manchester City hevði framt ólógligar útgjaldingar til sínar spælarar. Hetta førdi við sær, at øll leiðslan hjá City fekk bann fyri lívið at arbeiða innan fótbólt. Felagið varð tvungið at selja allar sínar yrkisleikarar, og mátti ítróttarliga byrja av nýggjum.
Til Manchester United
Í oktober 1906 skrivaði Billy Meredith saman við trimum øðrum City-spælarum, sum vóru raktir av muturgøluni undir ein sáttmála við Manchester United. Hann slapp kortini ikki at spæla fyrr enn nýggjársdag 1907, tá leikbannið hjá honum loksins var av.
Dysturin nýggjársdag var ímóti – av øllum liðum – Aston Villa, United vann 1-0. Meredith gjørdist skjótt ein av teimum best umtóktu spælarunum hjá United. Samstarvið bar eisini frukt. Í 1908 gjørdist Manchester United enskur meistari á fyrsta sinni, og í 1911 endurtóku teir bragdið.
Í 1909 vann United FA Cup finaluna fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Talan gjørdist um ein 1-0 sigur ímóti Bristol City, og Sandy Turnbull, sum eisini var komin úr Manchester City, skoraði sigursmálið.
Meredith var nevndur “Walisiski gandakallurin”, eitt kelinavn, sum Ryan Giggs arvaði 80 ár seinni. Millum áskoðarnar var hann eisini nevndur “Old Skinny”, tí hann var ein tilkomin spælari, sum var ógvuliga rak.
Fyrri veraldarbardagi, sum var árini 1914-1918 steðgaði øllum skipaðum fótbólti í Onglandi, og tá skipaði fótbólturin byrjaði aftur kappingarárið 1919-1920 hevði United ikki eitt so gott lið longur. Í 1921 skifti Meredith yvir aftur til Manchester City, og gjørdist hann spælandi venjari.
Ein av teimum síðstu dystunum, sum Meredith spældi fyri City, var á vári í 1924. Talan var um FA Cup hálvfinaluna ímóti Newcastle. Billy Meredith var tá 49 ár og 245 dagar gamal, og er hann saman við Stanley Matthews og Peter Shilton millum teir elstu spælarnar, sum hava spælt í FA Cup kappingini. Í 1931 gjørdist hann ein partur av venjarahópinum hjá Manchester United.
48 landsdystir
Meredith spældi 390 dystir og skoraði 150 mál fyri Manchester City. Av teimum spældi hann 335 dystir, og skoraði 36 mál fyri Manchester United. Hann spældi 48 landsdystir, og skoraði 11 mál fyri Wales. Síðsta landsdystin spældi hann fyri Wales í 1920, tá var hann 45 ára gamal.
Saman við øðrum stovnaði hann eitt fakfelag – Football Players Union – á Imperial Hotel í Manchester. Saman stríddust spælarnir ímóti einum lønarlofti, sum leiðslurnar í feløgunum royndu at áseta spælarunum, og at binda teir fíggjarliga. FA bannaði Meredith og hinar leikarnar, sum høvdu verið á stovnandi fundinum á Imperial Hotel í Manchester, so teir ikki sluppu at spæla dyst í ensku liguni.
Teir leikbannaðu spælarnir funnu saman, og byrjaðu at venja saman undir heitinum “Teir útstoyttu”. Meredith og Association Trainers and Players Union vunnu samkensluna hjá viðhaldsfólkunum og fjølmiðlunum, og tað gekk ikki long tíð, so sóu teir í FA seg noyddir til at avtaka bannið, sum teir høvdu sett í verk ímóti spælarunum, sum høvdu stovnað spælarafelagið.
Í 1901 forvann ein fótbóltsspælari fýra pund um vikuna, ið er umleið fýra ferðir so nógv, sum ein, ið arbeiddi á einum bóndagarði. Billy Meredith meinti, at yrkisleiðin hjá einum fótbóltsspælara var so óviss, at einki mátti forða fyri, at ein yrkisleikari kundi forvinna nógvan pening meðan hann var uppá tað besta. Tá í tíðini var heldur eingin trygging ímóti skaðum heldur.
Hjá limunum í The Professional Footballers Association er Billy Meredith ein stór hetja og undangongumaður, og saman við waliska fótbóltssambandinum, Manchester City og Manchester United syrgdu teir fyri, at Billy Meredith fekk ein nýggjan snøggan gravstein. Billy Meredith doyði í Withington í Onglandi tann 19. apríl í 1958, 83 ára gamal. Líka til sín doyggjandi dag hevði hann tøtt viðurskifti við bæði Manchester City og Manchester United. Hann var jú fyrsta veruliga stjørnan hjá báðum liðunum í Manchester.
Billy Meredith byrjaði at spæla professionelan fótbólt í Manchester City 100 ár áðrenn samanleggingin millum EB og Streym gjørdist veruleiki. Og nú møtast Manchester City og EB/Streymur í UEFA Cup. Fantastiskt!