Fyrsta stigið á árinum

Spenningur var ongan tíð um samlaða útfallið. Men við javnleikinum vann HB fyrsta altjóða stigið í ár til Føroyar

Fótbóltur

 

Setningarnir hjá HB vóru tvinnir undan dystinum móti FH. Fyrst og fremst, so skuldu føroyameistararnir prógva fyri bæði sær sjálvum og viðhaldsfólkum sínum, at dygga 4-1 tapið í Íslandi ikki veruliga var tað, sum var munurin millum HB og FH. Og hetta skuldi gerast við at betra um verjupartin, sum hevur fingið dyggar ákoyringar í ár.

Og sum so vórðu bæði málini rokkin. Málleysi javnleikurin var ongan tíð nóg mikið til at skapa nakran spenning um úrslitið, men tað var nú eisini nakað, sum HB-liðið var avklárað um, áðrenn dysturin byrjaði. Og tí kundu teir sum so spæla dystin uttan nervar av nøkrum sum helst slag.

 

Uppreisn

Hóast talan ikki gjørdist um sigur, so var avrikið ivaleystað higartil besta í ár hjá føroyskum liðum í Evropa. Ikki bara tí HB við hesum vann fyrsta føroyska stigið á árinum til føroyskan fótbólt. Men eisini tí havnarmenninir við eitt sindur av hepni kundu vunnið dystin.

Kanska vóru teir hjá FH ikki so altráðir at vinna dystin, sum teir vóru fyrstu 90 minuttirnar í Íslandi. Men teir fingu so heldur ikki serliga góðar sømdir. Sum skilst, so var tað ein trupulleiki hjá HB í fyrra dystinum, at teir ikki fingu stongt fyri á kantunum. Men tann parturin eydnaðist avbera væl á Tórsvølli, har tað var rár hending, at teir hjá FH komu at baklinjuni.

HB hevði sum heldur ikki teir heilt opnu møguleikarnar, men í tveimum stóðu ávikavist Milan Kuljic og Emil N. Leifsson sera væl fyri, uttan at nakað tó spurdist burtur úr teimum royndunum heldur.

 

Evropa bíðar

Hvussu var og ikki, so var talan um eitt slag av uppreisn fyri HB. Teir fingu í øllum førum prógvað, at liðið er betri, enn tey 4-1 í Íslandi vístu, og hóast næsta milliónin frá UEFA ongan tíð kom serliga nær, so man avrikið á Tórsvølli hava gitið stríðsviljan hjá liðnum eitt skump rætta vegin.

Tí tað kann væl verða, at talan ikki verður um nakran Champions League undankappingardyst hjá HB komandi ár. Men tað skal vera løgið, um teir reyð/svørtu í Gundadali ikki aftur medda eftir evropiskum fótbólti av onkrum slag. Fyrsta møguleikan til hetta fáa teir í august mánaði, tá steypafinalan móti EB/Streymi verður á skránni.