Lionel Messi og Argentina vunnu í nátt Copa America, sum svarar til EM í Suðuramerika. Argentina vann 1-0 á Brasil. Hetta er fyrstu ferð síðani 1993, at Argentina vinnur steypið. Hartil er hetta fyrsta steypið hjá Lionel Messi við argentinska A-landsliðnum. Hann hevur fyrr vunnið U20-meistaraheitið og OL-gull við Argentina.
Tað var langt upp til tann heilt stóra dystin á Maracana-leikvøllinum í Brasil, tá finalan í Copa America bleiv spælt í nátt klokkan eitt. Hetta bleiv eisini dysturin millum Lionel Messi og Neymar. Undan finaluni bleiv kunngjørt, at báðir blivu valdir til besta spælara í kappingini. Fyrireikarnir søgdu, at tað mátti blíva so, tá tú hevur tveir teir bestu spælararnar í heiminum.
Lionel Messi hevur verið avgerandi fyri Argentina í hesi kappingini, men í finaluni var tað Ángel Dí María, ið var munurin. Miðskieðis í fyrra hálvleiki skoraði hann tað, sum skuldi vísa seg at verða avgerandi málið í dystinum. Hann bleiv spældur leysur í høgru og lyfti bóltin upp um málverjan.
Tað var sjón fyri søgn eftir dystin, at hetta var ein kensluríkur sigur fyri Lionel Messi og hansara landsmenn. Teir hava ikki vunnið Copa America síðani 1993, og hetta er fyrsta steypið hjá Lionel Messi við A-landsliðnum.
Hann hevði undan dystinum í nátt verið í fýra finalum, men tapt allar. Millum annað HM-finaluna í 2014. Hann hevur eisini verið fyri kritikki í heimlandinum, fyri ikki at leggja líka nógv fyri á landsliðnum, sum fyri FC Barcelona. Nú hevur hann so vunnið eitt týdningarmikið steyp fyri Argentina eisini.











