Fyrsta septembervalið í Føroyum

November er nógv mest nýtta tíð at halda løgtingsval í Føroyum.

November er nógv mest nýtta tíð at halda løgtingsval í Føroyum.

 

Í 45 ár, frá 1945 til 1990 vórðu løgtingsval altíð hildin í november. Sum oftast 8. november, men eisini 7., 6. og 17. november – sum var tað seinasta novemberløgtingsvalið – í 1990.

 

Í Føroyum plagdu løgtingsvalini at vera so reglulig, at tey fullu upp á dagin. Nakað sum tey í Danmark til dømis ikki kenna til, hóast grundlógin er tann sama. Har hevur eitt fólkatingsvalskeið ongantíð hildið í fýra ár á tamb síðan grundlógin fyrstu ferð varð samtykt í 1849.

 

Seinasta summarvalið í Føroyum var í 1994, tá samgongan hjá Maritu Petersen skrædnaði, tá Lasse Klein fór úr samgonguni og úr Sjálvstýrinum. Samgongan misti meiriluta, og val varð útskrivað at verða 7. juli. Regluliga valið átti at verið 17. november í 1994.

 

Listin niðanfyri vísir, nær tey 35 løgtingsvalini, sum hava verið síðani floksbýtið á tingi í 1906, hava verið hildin:

 

2015

1.

september

2011

29.

oktober

2008

19.

januar

2004

20.

januar

2002

30.

apríl

1998

30.

apríl

1994

7.

juli

1990

17.

november

1988

8.

november

1984

8.

november

1980

8.

november

1978

7.

november

1974

7.

november

1970

7.

november

1966

8.

november

1962

8.

november

1958

8.

november

1954

8.

november

1950

8.

november

1946

8.

november

1945

6.

november

1943

24.

august

1940

30.

januar

1936

28.

januar

1932

19.

januar

1928

23.

januar

1924

22.

januar

1920

10.

november

1918

24.

apríl

1916

28.

februar

1914

2.

februar

1912

2.

februar

1910

12.

februar

1908

2.

februar

1906

18.

juli