Fyrsta sálarheilsuvirðislønin skal handast

Fyri fyrstu ferð skal sálarheilsuvirðisløn handast í Føroyum. Tað fer at fara fram á altjóða sálarheilsudegnum, ið er tann 10. oktober.

 

Uppskot um hvør skal hava virðislønina kunnu sendast til Sinnisbata. Síðani skal ein dómsnevnd gera av hvør skal hava heiðurin.

 

Endamálið er at varpa ljós á einstakling ella felag, ið hevur gjørt eitt arbeiði fyri at varpa ljós á sálarheilsu, er sálarheilsu fremjandi ella bøtir um korini hjá fólki við sálarsjúku ella avvarðandi teirra.

 

Tað skrivar Sinnisbati í tíðindaskrivi í dag.