Jákup Martin stóð seg væl í fyrstu royndini í Gundadali

Munurin millum HB og felagið hjá fyrrverandi HB venjaranum er 24 stig og 41 mál

Tað ber næstan ikki til at finna størri mun í fyritreytunum, enn tað er, tá ið HB seint seinnapartin fær vitjan av ÍF, sum fyrrverandi HB venjarin Jákup Martin Joensen hevur ábyrgdina

 

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har HB fær vitjan av ÍF. HB hevur 27 stig, og ÍF hevur 3 stig. Málmunurin hjá HB er 22 – 7, og málmunurin hjá ÍF er 9 – 35. Tá ið ÍF 1. apríl var í Gundadali, endaði tað við 4-0 HB sigri.

 

Ta ferðina helt ÍF tørn, til tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki, og fyrsta stóra korterið eftir steðgin skoraði HB trý mál aftrat.

 

Í fjør tók Jákup Martin Joensen við ábyrgdini av HB liðnum eftir 1-1 javnleik á heimavølli ímóti Víkingi. Hesin dysturin var flaggdagin í fjør, og Jákup Martin Joensen og HB endaðu á bronsuplássi í landskappingini, og leygardagin 4. november vunnu HB og Jákup Martin Joensen finaluna um løgmanssteypið.

 

Gull í steypakappingini og bronsa í landskappingini gav ikki Jákupi Martin enduval í HB, sum setti Adolfo Sormani at vera venjari, og tað hevur higartil víst seg at vera heppið val, tí HB hevur vunnið allar dystirnar uttan ein, og HB er topplið saman við Víkingi.

 

Jákup Martin Joensen hevur havt ábyrgdina av ÍF liðnum síðani flaggdagin, og úrtøkan í fýra landskappingardystum er tríggir javnleikir og eitt tap. Fyrsti dysturin var í Gundadali, har tað ímóti B36 endaði 3-3, og har fuglfirðingar saman við Jákupi Martin iðraðu seg um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn um 3-1 leiðslu.

 

Nú er setningurin hjá ÍF og Jákupi Martin Joensen at halda tørn um eina stigið, sum fuglfirðingar hava við sær í Gundadal. ÍF venjarin plagar at siga, at um allir arbeiða fyri allar og geva seg heilt, so kann hann ikki krevja meiri av sínum monnum.

 

Í dag er Ruben Møller-Nielsen skaddur, og allir hinir ÍF spælararnir eru tøkir.

 

Í HB er lagið av tí besta. Eftir stuttari tíð er tað eydnast Adolfo Soamani at skipa fínt fótbóltslið, sum av álvara er FM kandidatur.

 

Ári Mohr Jónsson og Emmanuel Duah hava verið skaddir, men teir hava vant seinastu vikurnar.

 

HB – ÍF: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 17.00.