Evropiski miðbankin ECB lækkar nú rentuna fyri fyrstu ferð síðani 2019.
Hon verður lækkað 0,25 prosentstig tl 3,75 prosent. Tað sæst á heimasíðuni hjá ECB.
Tað var frammanundan væntað, at ECB fór at lækka rentuna í dag. Kortini heldur Jeppe Juul Borre, leiðandi búskaparfrøðingur í Arbejdernes Landsbank í Danmark, at hetta er ein stór løta.
– Tað hevur verið í umbúna í eina tíð, o nú bleiv tað so endiliga. Og so skulu vit altso fimm ár aftur, síðani ECB seinast lækkaði rentuna. So tað er alt annað enn gerandiskostur, skrivar hann í viðmerking til tølini.
Málið hjá Evropiska miðbankanum er at trryggja, at inflatiónin heldur seg beint oman fyri tvey prosent. Ein meting frá hagtalsskrivstovni hjá ES, Eurostat, bendir á, at inflatióni í evrulondunum lendi á 2,6 prosentum í mai. Mánaðin fyri lá hon á 2,4 prosentum.
/ritzau/