- Eg fái neyvan ein fólkatingsess, men vóni, at Framsókn fer heilskapaður gjøgnum fólkatingsvalið. Valúrslitið fer at vísa, hvønn gróðrarbotn, vit hava.
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn. Hann stillar upp sum einstaklingur, tí politiskir flokkur skulu hava tikið lut á løgtingsvali fyri at stilla upp til fólkatingsvali. Tað hevur Framsókn ikki.
Poul Michelsen sigur, at Framsókn er ein politiskur felagsskapur, sum er stovnaður fyri at ávirka gongdina í føroyska samfelagnum. Framsókn vil vísa á skeivleikar, sum hótta vælferðina og á grundleggjandi broytingar, sum eru neyðugar at fremja, skulu vit basa teimum avbjóðingum, sum standa fyri framman.
Hetta er fyrsta valið hjá Framsókn.
- Føroysku fólkatingsumboðini hava ikki stórvegis ávirkan, sama hvørji umboðini eru. Mín vón er, at føroysku fólkatingsessirnir verða avtiknir við tíðini, meðan vit styrkja samstarvið millum føroyska landsstýrið og donsku stjórnina. Eg vil fegin virka fyri samráðingum um eina øðrvísi skipan, tí fólkatingsumboðini hava ikki stórvegis ávirkan, sigur Poul Michelsen.