Hóast veðrið ikki ordiliga er við upp á tað, er eitt víst summartekin tað, at pisur verða klaktar á teimum ymsu miðnámsskúlunum.
Í morgun varð fyrsta Pisan klakt á Handilsskúlanum á Kambsdali – og okkum vitandi er hetta fyrsta føroyska pisan í summar.
Tað er Barbara Maria Lamhauge, sum var tann fyrsta at fáa húgvuna á høvdið, eftir at hava verið uppi í føroyskum í morgun.
Barbara Maria er úr Havn, men fór inn á Kambsdal at ganga seinna árið á HH og í morgun fekk hon so húgvuna.
Hesar næstu dagarnir verða pisur klaktar at kalla hvønn dag og seinasti skúladagur er næsta týsdag, 23. juni. Prógvini fáa tey so dagin eftir, mikudagin 24. juni.
Tað er við eitt sindur av sorgblídni, at tey eru farin undir próvtøkurnar á handilsskúlanum í Kambsdali í ár, tí hetta er seinasta árið, at hann er sjálvstøðugur skúli við tað, at handilsskúlin og studentaskúlin verða nú lagdir saman í ein depil, Miðnámsskúlin í Kambsdali.