Tað verða allir næmingar, sum eru føddir í 1990, sum skulu taka lut í OECD-verkætlanini PISA 2006. Sambært Mentanmálaráðnum er talan um, at eini 850 næmingar í Føroyum vera við í kanningini.
- Endamálið við at lata næmingarnar í Føroyum luttaka í hesi altjóða kanning er at fáa eina meting um, hvussu kunnleikastøðið hjá næmingum í Føroyum er, samanborið við næmingar aðrastaðni í heiminum. Bert við at vita, hvussu støðið er, ber til at stinga út í kortið og gera av, hvussu farast skal fram fyri at menna undirvísingina, sigur Mentamálaráði á heimasíðuni hjá ráðnum
Kanningin fer soleiðis fram, at allir næmingar fáa eitt hefti í part við 26 uppgávum, og teir fáa 2 tímar til at loysa tær. Harumframt skulu næmingarnir svara einum hefti við spurningum um eitt nú áhugamál, lesivanar og nýtslu av KT.
Fyrst í desember 2007 verður úrslitið av kanningini frá mars 2006 kunngjørt fyri øllum luttakaralondunum. 56 lond kring heimin luttaka í kanningini, sum tilsamans fevnir um umleið 250.000 næmingar, sigur Mentamálaráðið. Í hvørjari PISA- kanning verða trý førleikaøki kannað. Hesi eru lesing, støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í PISA 2000 varð høvuðsdentur lagdur á at kanna lesiførleikan, í PISA 2003 varð talan serliga um at kanna kunnleikan innan støddfrøði, og í PISA 2006 verður høvuðsdentur lagdur á at kanna næmingarførleikan innan náttúrulærugreinir.