Fyrsta oddabrakið

Tá StÍF og Neistin sunnudagin fara á vøllin, verður talan um fyrsta veruliga oddadystin í Atlantic Airways kappingini. Ein dyst, sum bæði liðini sera fegin vilja vinna

Hondbóltur

StÍF er undan dystinum einasta liðið, sum ikki hevur tapt í ár, og tí er einki at ivast í, at uppgávan hjá Neistanum er trupul. Hinvegin hava strandingar longu nú spælt javnleik tríggjar av fimm ferðum, og tað eru úrslit, sum spælararnir als ikki eru nøgdir við.
- Vit hava longu mist eitt stig av hesum, og tað er klárt, at tað kann verða dýrt, um vit soleiðis missa sigrar. Tað hava vit snøgt sagt ikki ráð til, sigur Leivur Justinussen hjá StÍF.

Skulu vera 100%
Hann vísir annars á, at skulu stigini kom til høldar móti Neistanum, so er neyðugt, at allir mans eru 100% klárir frá fyrsta bríksli.
- Teir eru sera væl koyrandi í løtuni, so tað er einki at ivast í, at uppgávu. Okkara setningur er tí at vera á tærnum alla tíðina, og so er tað annars venjarin, sum leggur spæliætlanina til rættis, sigur Leivur.
Hann sigur annars, at allir mans eru tøkir. Ein ferðil av krími hevur gjørt um seg í hópinum seinastu vikuna, men roknað verður tó ikki við, at hetta fer at darva liðnum sunnudagin.

Smáskaðar lektir
Eisini hjá Neistanum verður roknað við, at allir mans eru tøkir. Jugoslav Djumic noyddist at gevast við skaða, tá Neistin vann á Kyndli, men roknað verður tó við, at hann verður tøkur til dystin. Tað verður Áki Mørk helst eisini, hóast hann hevur havt onkrar skaðar at dragast við seinastu tíðina.
Einasti dysturin, sum Neistin hevur tapt í ár, var, tá teir í fyrsta umfari taptu móti StÍF.
- Tað er einki at ivast í, at tað er nakað, sum skal hevnast. Vit hava fingið spælið at koyra munandi betri, og nú skulu vit vinna. Fáa vit verjuna at koyra, soleiðis at vit fáa nøkur kontra-mál, so ivist eg heldur ikki í, at hetta fer at bera til, sigur Tróndur Kragesteen hjá Neistanum.