Klokkan 10:00 í dag lótu dyrnar upp í býráðshúsinum, har Miðlan verður karmur um fyrsta valið av Staðbundnu Nevndini fyri Norðoyri. 57 íbúgvar á Norðoyri hava valrætt og fara at gera av, hvussu tann fyrsta Norðoyrarnevndin verður mannað.
Sostatt er hetta eitt søguligt val, tí fyri fyrstu ferð fær bygdin Norðoyri sína egnu, staðbundnu nevnd at tala sína søk í kommunalum viðurskiftum.
Eins og hinar staðbundnu nevndirnar í kommununi verður Norðoyrarnevndin mannað við 5 fólkum, harav 2 verða býráðslimir. Annað býráðsumboðið verður borgarstjórin, sum er formaður, meðan hin býráðslimurin í nevndini verður umboð fyri minnilutan í býráðnum. Ætlandi fer býráðið á fyrstkomandi býráðsfundi at útnevna hetta umboð.
Norðoyrarbúgvar skulu velja 3 umboð fyri bygdina í Norðoyrarnevndina. Íalt 6 íbúgvar hava latið seg stilla upp.










