Fyrsta lonin í Boðanesheiminum innilokað

Fyrsta lonin í eldradeplinum, sum verður bygdur Yviri við Strond í Havn, er nú innlokað. Tað var 3. mai í fjør, at kommunan fekk tilboðini upp á bygginina. Talan er um eina heildararbeiðstøku, har arbeiðstakarin umframt sjálva byggingina eisini stendur fyri projektering og øðrum. Articon fekk arbeiðið.

- Síðan hevur gingið við fullari ferð, so fólk nærum hava sæð dagamun á. Og nú stendur fyrsta lonin innilokað, so nú ber til at ímynda sær, hvussu fer at síggja út, sigur Tórshavnar Kommuna í tíðindaskrivi.

Tórshavnar býráð hevur eisini samtykt, at nýggja ellis- og røktraheimið á Boðanesi skal hitast við sjóvarhita burturav. Tað merkir, at heimið ikki kemur at hava nakað oljufýrt hitaverk. Boðanesheimið er ein sonevndur lágorkubygningur við serligum krøvum til eitt nú tættleika og bjálving. Í sambandi við útbjóðingina bað býráðið um tilboð uppá grøna orkuskipan.

- Nú byrjar heimið at taka skap og fólk kunnu nú fegnast um, at Boðanesheimið nú eisini verður slóðbrótandi fyri grøna orkupolitikkin í Føroyum, verður eisini sagt í skrivinum frá Tórshavnar kommunu.