Í dag landaði landingarmiðstøðin Kongshavn fyrstu skipini í ein heilan mánað. Tað vóru Polarhav og Stjørnan, sum vóru inni av lutfalsliga stuttum túri. Tað er ein vika, síðan skipini fóru til fiskiskap, men tey mistu ein dag á túrinum, tá tey komu til lands. Skipini hava fiskað í umleið seks dagar, og nú tey komu inn at landa, høvdu tey stívliga 120.000 pund av upsa.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará, sum í dag landaði fyrstu lastirnar í ein heilan mánað, siga tey, at fiskiskapurin hjá partrolarunum hevur verið betri hesar dagarnar, enn áðrenn skipini vórðu løgd vegna sáttmálaósemju.
Tá landingarmiðstøðin landaði størstu nøgdirnar, landaðu tey í eitt ár heili 38.000 tons. Hetta var í 2009, og í 2010 var samlaða nøgdin 33.000 tons.
Felagið, sum eigur Kongshavn, er ikki farið av knóranum saman við restini av Faroe Seafood, men enn hevur eingin keypt landingarmiðstøðina.
Portalurin skilir tó, at boð eru inni upp á landingarmiðstøðina í Saltangará.