Punktum er í kvøld sett fyri luttøkuna hjá Víkingi í europeisku meistarakappingini á hesum sinni.
Í finska høvuðstaðnum endaði tað í kvøld við 3-1 tapi ímóti HJK Helsinki. Finska meistaraliðið vann fyri einari viku síðani 2-1 á Svangaskarði og heldur harvið fram í kappingini við samantaldum 5-2 sigri.
Gunnar Vatnhamar skoraði Víkinga málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið hann minkaði um munin til 3-1.
Á Toftum vann HJK Helsinki fyrra hálvleik 2-0. Í kvøld var tað fyrsta løtan, sum avgjørdi úrslitið og harvið, at tað verður HJK Helsinki og ikki Víkingur, sum fer at halda fram í kappingini. Tá ið tjúgu minuttir vóru farnir, var støðan 3-0. Tá luktaði tað av stórum skrædli, men eftir at Gunnar Vatnhamar hevði minkað um munin, lætnaði trýstið, og eftir steðgin varð einki mál skorað.
Næst við at fáa mál í seinna hálvleiki var heimaliðið tíggju minuttir eftir steðgin, tá ið tað varð bríkslað fyri brotssparki. Men Elias Rasmussen í Víkingamálinum bjargaði eftir royndina úr ellivu metrum.
At Víkingur er varpað úr meistarakappingini ber ikki við sær, at víkingarnir nú bara hava landskappingina at hugsa um.
Ásetingarnir siga, at liðið, sum ikki megnar at spæla seg víðari í meistarakappingini, fær nýggjan møguleika í Europa League.
Næsti dysturin hjá Víkingi í Europa verður um eina viku. Inntil tá fer Víkingur á venjingarlegu í Svendborg.
Útidysturin í næstu viku verður í Georgia ella Hvítarusslandi.
HJK Helsinki - Víkingur 3-1 (3-1)
Champions Leageu
Seinni dystur í innleiðandi umfari
Á Telia 5 G Arena í Helsingfors týsdagin 17. juli 2018 kl. 19.00
Dómarabólkurin er úr Kroatia: Duje Strukan, Goran Perica, Mario Pepur og Goran Gabrilo.
1-0: Jao Klauss De Mello 1.
2-0: Evans Mensah 10.
3-0: Yaghoubi 19.
3-1: Gunnar Vatnhamar 21.
HJK Helsinki er samantaldur vinnari við málmuninum 5-2
HJK Helsinki: Maksim Rudakov – Rafinha, Faith Obilor, Hannu Patronen, Daniel O´Shaughnessy – Anthony Annan, Sebastian Dahlström (Otto Ollikainen, 84.) – Riku Riski, Moshtagh Yaghoubi, Evans Mensah (Enoch Banza, 82.) – Joao Klauss De Mello (Filip Valencic, 67.)
Gult kort: eingin
Venjari: Mika Lehkosuo
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval (Heðin Hansen, 67.), Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Dennis Moreno, Hans Jørgen Djurhuus (Karl Løkin, 59.), Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar – Adeshina Lawal (Andreas Lava Olsen, 72.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatrøð, Hans Jákup Lervig, Hjalti Strømsten, Pól Enok Hansen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Adrian Cascaval
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
Hjálparvenjari: Gert Hansen
--
LIÐUGT
3-1
90) 3-1
Fýra minuttir lagdir aftrat.
80) 3-1
Tað bylgjar aftur og fram. Eingin spenningur er um, hvør fer at vinna í kvøld og harvið um, hvør fer at halda fram í kappingini. Tað eru møguleikar í báðum endum. Eitt nú hevði Atli Gregersen fyri løtu síðani roynd ímóti heimamálinum.
72) 3-1
Bara lítla løtu eftir at hann er komin á vøllin, hevur Andreas Lava Olsen góða roynd. Stórur møguleiki sum einki gav.
72) 3-1
Víkingur skiftir út fyri triðju ferð: Andreas Lava Olsen avloysir Adeshina Lawal.
67) 3-1
Víkingur skiftir út: Heðin Hansen avloysir Adrian Cascaval.
64) 3-1
Elias Lervig smekkar til, men verjan blokerar.
63) 3-1
Víkingur vinnur fyrsta hornasparkið, sum Hanus Jacobsen tekur sær av.
59) 3-1
Víkingur skiftir út: Hans Jørgen Djurhuus fer av vøllinum, og í hansara stað verður settur Karl Løkin.
55) 3-1
Dómarin bríkslar fyri brotssparki, og Elias Rasmussen bjargar, tá ið Jao Klauss De Mello roynir seg úr ellivu metrum.
54) 3-1
GULT KORT: Adrian Cascaval fyri fríspark.
47) 3-1
HJK Helsinki vinnur fyrsta hornasparkið, men tað spyrst einki burturúr.
-
Teir eru farnir undir tak at rinda møðina og tosa um, hvussu tað skal farast fram í seinna hálvleiki.
Tá ið liðini fyri einari viku síðani hittust á Svangaskarði, var HJK Helsinki frammanfyri við tveimum málum eftir fyrra hálvleik. Soleiðis er tað eisini í kvøld. Fyri einari viku síðani endaði fyrra hálvleikur 2-0 til HJK Helsinki. Nú er støðan 3-1.
Fyri einari viku síðani stóð Víkingur seg væl betri eftir steðgin enn undan steðginum. Tað er at vóna, at tað verður soleiðis aftur í kvøld.
Tølini siga, at heimaliðið hevur verið greitt omaná. HJL Helsinki hevur havt tólv royndir, og Víkingur hevur havt tvær.
Tað man vera sjáldan, at einki hornaspark - hvørki annan vegin ella hin - er í einum hálvleiki, men soleiðis hevur tað verið í Helsingfors í kvøld.
HÁLVLEIKUR
3-1
45) 3-1
Tveir minuttir lagdir aftrat.
38) 3-1
GULT KORT: Hans Jørgen Djurhuus fyri fríspark.
30) 3-1
Ein hálvur tími farin, og tølini siga, hvussu gongdin hevur verið: Umframt málið, sum Gunnar Vatnhamar skoraði, hevur Víkingur havt eina aðra roynd. Hans Jørgen Djurhuus royndi, men bólturin varð blokeraður.
Heimaliðið hevur havt átta royndir. Tríggjar ferðir er bólturin farin við síðuna av málinum.
21) 3-1
3-1: Gunnar Vatnhamar
Heimamenninir eru ikki givnir at fegnast um síðsta málið, so hevur Víkingur svarað aftur. Í fyrstu Víkinga royndini er tað Gunnar Vatnhamar, sum skorar. Tað var Adeshina Lawal, sum átti uppleggið.
Gunnar gjørdi sær dælt av, at verjuspælarin var lítið ansin og ikki kendi nakran vanda vera á ferð.
20) 3-0
3-0: Yaghoubi
So var aftur mál. Enn hevur Víkingur onga roynd havt ímóti heimamálinum.
Miðvallarin dregur inn frá høgru og smekkar so til við vinstra beini. Bólturin strýkur eftir graslíkinum framvið Eliasi Rasmussen og í netið.
10) 2-0
2-0: Evans Mensah
Tað var eftir innlegg úr vinstru, at málið varð skorað.
Setningurin hjá Víkingi er eftir fyrstu tíggju minuttirnar broyttur frá at spæla fyri at vinna seg víðari í kappingini og til í fyrstu atløgu at avmarka tapið.
03) 1-0
Heimaliðið leggur fyri sum eitt ódnarveður. Tað er støðugt trýst á Víkinga málið, og eftir leiðslumálið var um reppið, at tað varð 2-0.
01) 1-0
1-0: Jao Klauss De Mello
Hetta var øgiligt. Longu í fyrsta minutti hevur heimaliðið lagt seg framum. Harvið er samantalda støðan 3-1 til HJK Helsinki.
Misskiljing í verjuni, og so var lætt hjá Jao Klauss De Mello at lyfta bóltin uppum Elias Rasmussen, sum var á veg fram úr málinum.
00) 0-0
Víkinga spælararnir siga seg hava gott mót, og teir halda ikki, at nógvi hitin er so stórur trupulleiki, at tað fer at órógva nógv. Teir vísa á, at fyri einum ári síðani endaði tað við 4-1 sigri suðuri í Kosovo.
00) 0-0
Ein broyting er á Víkinga liðnum sammett við fyri einari viku síðani, tá ið HJK Helsinki vann 2-1 á Svangaskarði. Dennis Moreno er á sentrala miðvøllinum, meðan Gunnar Vatnhamar er fluttur í høgra borð. Heðin Hansen er á beinkinum.
00) 0-0
Tað eru 29 stig í Helsingfors. Vøllurin er graslíkisvøllur.
HJK Helsinki - Víkingur kl. 17.00
Dómarabólkurin er úr Kroatia: Duje Strukan, Goran Perica, Mario Pepur og Goran Gabrilo.
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar, Dennis Moreno, Hans Jørgen Djurhuus, Philip Djordjevic – Sølvi Vatnhamar – Adeshina Lawal
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Andreas Lava Olsen, Karl Løkin, Heðin Hansen, Hans Jákup Lervig, Hjalti Strømsten, Pól Enok Hansen
Venjari: Sigfríður S. Clementsen
Hjálparvenjari: Gert Hansen