Fyrsta kvinnan við fýra stjørnum

Eftir at hava verið í amerikanska herinum í 33 ár, er Ann Dunwoody vorðin generalur

Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur ein amerikonsk kvinna fingið generalbúna við fýra stjørnum á akslunum, sum er hægsta tign í amerikonsku verjuni.

 

Tað hendi á einum hátíðarhaldi á herstøðini Fort Belvoir í statinum Virginia í gjár, tá Ann Dunwoody varð tilnevnd generalur og næstovasti fyri útgerðardeildini hjá amerikanska herinum. Frammanundan eru ellivu generalar, sum hava fýra stjørnur, og teir eru allir menn.

 

Eftir reglunum skal Senatið í Washington góðkenna Ann Dunwoody sum general, men tað verður ikki hildið at vera nakar trupulleiki, skrivar AP.