Hetta vikuskiftið fer Krista Mørkøre til Danmarkar kappast í Danish Open svimjikappinginin sum verður í Esbjerg í døgunum 7-9 mars. Tað boðar ÍSB frá í morgun Hetta er fyrsta kappingin hjá klaksvíkskvinnuni í ár, og hon hevur vant miðvíst fram til kappingina.
Seinast Krista var í kapping var í heyst, tá ið hon vann bronsu fyri sín bólk í 400m frí, og betraði um tíðir sínar í 50m firvald, og 100m bringu. - Hetta var kapping um norðurlandameistaraheitið, so í ÍSB eru tey spent at vita, hvussu tað fer at gangast henni nú.
|