Fyrsta jólaoratoriið

Nú sunnukvøldið 5. desembur verður forvitnislig frumframførsla av stórum kórverki í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Fyri fyrstu ferð fáa føroyingar høvi at hoyra eitt jólaoratorium, ið er skrivað her heima á klettunum.

Tað er Jóhan Mortensen, sum hevur komponerað kórverkið ?Føroyskt jólaoratorium? ? beinleiðis til tekstir í bíbliuni, ið hava við jólini at gera. Jóhan hevur eisini sett út fyri blandað kór og skrivað orkesturtónleikin, samstundis sum hann hevur staðið fyri kórvenjingunum. Til framførsluna fer hann at stjórna kóri og orkestri.

Farið varð undir kórvenjingarnar um miðjan septembur. Fólk hava sum tær undanfarnu ferðirnar tikið dyggiliga undir, soleiðis at kórið telur einar hálvthundrað sangarar. Við miklum ágrýtni hevur kórið tikið hesa krevjandi uppgávu upp á seg. Til framførsluna verða eisini fleiri tónleikarar við ? bæði strúkarar og floytur.

Tá tosað verður um jólaoratorium, verður altíð hugsað um eina framførslu við bæði kóri og solistum. Soleiðis verður eisini í hesum førinum. Tveir solistar verða at hoyra, ein kvinnuligur og ein mannligur. Kvinnurøddina eigur Berghild Poulsen, ið flest øll munnu kennna frá mongum framførslum hesi seinastu árini. Hannis Hansen, ið hevur sungið til mong møtini kring landið, fer at syngja mansrøddina. Umframt at syngja solo fara tey bæði at syngja tvær duettir saman.

Frumframførslan av kórverkinum ?Føroyskt jólaoratorium? verður í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið 5. desembur klokkan 19:30. Byrjað verður stundisliga. Umframt frumframførsluna verða konsertir í Vesturkirkjuni leygardagin 11. desembur klokkan 16:00 og í kirkjuni í Gøtu sunnukvøldið 12. desembur klokkan 19:30