Fyrsta heiðursmerkið í 14 ár

Tað stóð nógv á, tá stigini skuldu teljast upp í borðtenniskappingini. Eitt skifti hildu grønlendingar seg hava hálvfinaluplássið, men hetta fall kortini til Føroyar

Sandwick: Ikki síðani oyggjaleikirnar í 1991 hava føroyingar vunnið heiðursmerki í liðkappingini í borðtennis. Ta ferðina gjørdist talan um silvur, eftir at liðið í 1989 hevði vunnið bronsu, men síðani hevur verið steindeytt.
Gullmerkini hava mest sum verið staðfest longu frammanundan, tá Carl Prean hevur verið á liðnum hjá Isle of Wight síðani hetta, men hann var so ikki partur av leikunum hesaferð.
Hetta, saman við styrkinum, sum føroyska liðið hevði fingið sær í Thomas Rasmussen, gjørdi, at vónirnar hjá føroyingunum vóru ikki heilt ongar undan liðkappingini, og talan gjørdist so eisini um bronsu.

Innanhýsis dystir
Men talan var mest sum eina langa elevator-ferð, áðrenn føroyingar høvdu vissu fyri, at tað vóru vit, sum áttu lut í hálvfinaluni.
Tað var í øllum førum ein stór strika í rokningini, tá byrjunardysturin ímóti Guernsey varð taptur. Hetta hevði við sær, at dysturin móti Jersey skuldi vinnast, um nøkur vón skuldi vera fyri hálvfinaluni. Hetta eydnaðist eisini, men tá liðið so skuldi staðfesta plássið við sigri á Grønlandi, fylgdu nervarnir ikki við.
Grønland vann dystin 4-3, og so fóru menn at telja saman. At byrja við hildu fleiri, at liðið við flest vunnum settum var fremst, men soleiðis var als ikki. Hinvegin eru tað innanhýsis dystir, sum telja, og so bleiv tað brádliga heilt nógv vert, at kvinnusíðan stóð seg somikið væl móti Jersey. Tað bar nevnliga við sær, at Føroyar vóru fremstar í innanhýsis uppgerðunum, og so vóru bronsukrónurnar heima.

Kjartan Eli mátti gevast
Í hálvfinaluni var bitin tó ov stórur. Roknað varð annars við, at talan skuldi gerast um dyst móti Isle of Wight, men tá hesi taptu stórt fyri Gotlandi í seinasta dystinum, gjørdust innanhýsis uppgerðirnar eisini avgerandi her, og so ruku verjandi meistararnir út.
Tað eydnaðist sterkasta føroyska kortinum, Thomas Rasmussen, at vinna sínar báðar dystir í hálvfinaluni, men hesaferð fekk hann ikki eins góða hjálp frá Kjartani Eli, sum hann hevur fingið áður í kappingini. Kjartaln Eli tapti 3-0 í sínum fyrra dysti, og tá kvinnusíðan so var við undirlutan í bæði ein- og tvímansleiki, samstundis sum blandaða doublan tapti, valdi Kjartan Eli at geva avboð, tá ein hóttandi skaði hevði hug at arga.
Men bronsumerkini vóru longu heima, og tað mundi í øllum førum vera nakað, sum øll í føroysku leguni fegnaðust um.