Hondbóltur
Endaspælið í bestu kvinnudeildini var av sunnudagin, og nú er soleiðis klárt til hálvfinalurnar.
Fyrsta av hesum verður í kvøld klokkan 19, tá Neistin og Kyndil hittast fyri aðru ferð innan fýra dagar, áðrenn tey aftur hittast longu leygardagin. Upprunaliga varð ætlanin, at dystirnir skuldu spælast leygar- og sunnudag, men nú Kyndil skal hava 50 ára føðingardag, eru dystirnir framskundaðir.
Tað er einki at ivast í, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Bláu grannarnir hava havt sera góðan byrð í endaspælinum, har tær eisini gjørdust nummar eitt. Liðið hevur fyri stuttum vunnið steypakappingina, og í dystunum móti Kyndli í endaspælinum hevur talan verið um veruligar stórsigrar.
Heilt avskrivast skulu tær grønu tó ikki. Tær hava í løtum sýnt heilt gott spæl. Millum annað fyrsta korterið í dystinum móti Neistanum sunnudagin. Sveiggini í einstøku dystunum hava tó verið ov stór, og tá liðið fer niður, tykist tað hvørja ferð vera við einum braki.
So er spurningurin, hvørt tær í kvøld megna at halda høvdið kaldari, enn tær annras hava gjørt.
Hjá monnunum verður eisini talan um dyst. KÍF og Kyndil spæla í Hovyíkarhøllini kl. 20. Vinnur Kyndil hendan dystin, eru teir vísir í einum finaluplássi.










