Tað vóru dreingir úr Klaksvík umborð á Teklu, sum vunnu fyrsta róðurin á Skálafjørðinum í dag.
Í barnaróðrinum var sera tøtt kapping millum Teklu hjá Klaksvíkar Róðrarfelag og Havfrúnna úr Vestmanna.
Tá ið bátarnir fóru um málið, var Tekla bara stavnin ella kanska minni enn so undan Havfrúnni, sum aftur var tað mesta av einari bátslongd undan Títtlingi.
Hetta var annar barnaróðurin hjá dreingjum í ár. Tá ið tað varð kappast á norðoyastevnu vann Jallurin, sum í dag endaði á fimta plássi. Í Klaksvík var Tekla nummar fimm, so tað kann ikki sigast annað, enn tað vendi væl øðrvísi í dag, enn tað gjørdi fyri tveimum vikum síðani.
1 Tekla 02:42:17
2 Havfrúgvin 02:42:21
3 Firvaldur 02:44:17
4 Títtlingur 02:45:07
5 Jallurin 02:46:03
6 Royndin Fríða 02:49:13
7 Sílið 02:51:09
8 Drekin 02:51:17
9 Ternan 02:52:04
10 Ørnin 02:52:15
11 Silja 02:54:09
12 Falkur 03:00:02