Fyrsta framsýning við Williami í 10 ár

Fyrstu ferð í meiri enn 10 ár verður framsýning í Havn við myndum eft­ir William Heinesen. Fram­sýn­ing­in hevur fingið heitið »End­ur­mynd – myndir eftir William Hei­n­­esen«, og verður í Gall­arí Stephanssonshúsi frá 24. no­vem­ber til 19. desember 2012.

Afturat framsýningini ber eisini til hjá feløgum, fyri­tøk­um ella øðrum at sleppa til fyrilestrar um list­ina hjá William Hein­e­sen. Rithøvundar, mynd­list­a­fólk og listakøn eru tøk til fyrilestrar.
Gallarí Stephanssonshús stend­ur fyri framsýningini og fyr­i­lestrunum.