"Í gøtu ein dag," "Lívsmynd" og "Farvæl, Maria" eru millum sangirnar á fløguni, ið eitur Ungdómskórið Xperiment.
Tíðin fyri úgávu er væl væld, tí hósdagin opnar Xperiment G! Festivalin í Gøtu.
Sigrið Sivertsen, kórleiðari, sigur at tey gleða seg til at syngja á G!, og at fólk kunnu vænta at hoyra tey uttanfyri ásettu tíðirnar eisini, á sonevndum pop-up konsertum.
Sigrið Sivertsen sigur við in.fo, at tey í løtuni fáast við at gera eina kykmynd til sangin “Í Gøtu ein dag.” Kendir føroyingar spæla ymsu leiklutirnar, ið eru umrøddir í sanginum, og Sigrið væntar, at seinastu upptøkurnar verða gjørdar á G! Tað eru somu fólk, sum framleiddu “Lívsmynd”, sum gera hesa nýggju kykmindina.