Í dag klokkan 14:15:16 vendi forstjórin í BankNordik fyrsta flagnum til nýggja bankabygningin, sum verður bygdur á Húsagarði, sum liggur við R. C. Effersøesgøtu í Havn.
Janus Petersen, bankastjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, søgdu nøkur orð. Borgarstjórin takkaði bankanum fyri at taka hetta fyri býin so týðandi stig.
– Takk fyri at tit gera tað, og takk fyri at tit gera tað við virðing fyri umhvørvinum á staðnum, soleiðis at bygningur, lendi, býur og náttúra ganga upp í eina arkitektoniska heild – við virðing fyri okkara fortíð og okkara framtíð at frama, segði Heðin Mortensen.
TRÝST HER fyri at lesa grein úr Sosialinum um málið
TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir frá m. a. torshavn.fo