Hósdagin kemur nýggja fløgan Colourless Day eftir Katrinu út í handlinum hjá Tutl. Í tí sambandi verður konsert í Tutl handlinum hósdagin kl. 16. Tónleikastílurin er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter.
Hetta er fyrsta fløgan hjá donsk/føroysku songkvinnuni Katrinu Petersen, sum hevur búð í Føroyum seinastu 3 árini. Hon hevur eitt nú lokið prógv úr ?Rytmiska Musikkonservatorium? í Keypmannahavn og hevur starvast sum lærari í Tórshavnar Musikkskúla.
Eisini er hon kend songkvinna á føroyska tónleikapallinum við bólkum sum ?Katrina Petersen Jazztrio? við mætum tónleikarum sum Bjarka Meitil og Leivi Thomsen, og í føroysku songkvartettini ?KATA? við Katrinu, Unn Paturson, Onna Mariu Olsen og Eyð Berghamar Jacobsen.
Í samband við útgávuna hevur Katrina útgávukonsert í Sjónleikarhúsinum fríggjakvøldið 23. oktobur kl. 21.00. Bólkurin hjá Katrinu er mannaður av Leivi Thomsen (guitar), Bjarka Meitil (bass), Rógva Á Rógvu (trummum), Gunnar Guttesen (piano), Unn Paturson og Onnu Mariu Olsen (kór).
Fløgan er innspæld í ?Studie Bloch? við Jónas Bloch sum ljóðteknikkara og Mikael Blak sum produsara. Tónleikastílurin á fløguni er ein blandingur av indie-poppi og singer-songwriter.
Katrina hevur sjálv skrivað bæði tekst og tónleik til øll løgini.










