Fyrsta finalan verður í Göteborg

FCK vann finalupláss, tí Rosenborg tapti, tá ið teir í Malmö høvdu møguleikan at taka finaluplássið frá FCK

ROYALA LIGAN

Hóskvøldið í síðstu viku varð tað greitt, at FCK eigur annað finaluplássið í fyrstu norðurlendsku fótbóltskappingini. Frammanundan var tað greitt, at IFK Göteborg skuldi eiga lut í finaluni. Tað gjørdist greitt, at FCK skuldi eiga hitt finaluplássið, tá ið Rosenborg ikki megnaði at fáa stig við til hús, tá ið teir vitjaðu í Malmö. Heimaliðið, Malmö FF, vann 4-2.
Finalan verður 26. mai, og hon verður spæld á Nya Ullevi í Göteborg. Har rúmast væl fleiri áskoðarar, enn tað gera á Gamla Ullevi, sum er heimavøllurin hjá IFK. At finalan skal spælast í Göteborg kemst av, at IFK stóð seg betri í bólkaspælinum, enn FCK gjørdi. Í bólkaspælinum hittust IFK og FCK tvær ferðir, og FCK vann báðu ferðirnar við 1-0.
Fleiri altjóða finalur hava verið spældar á Nya Ullevi. Tann fyrsta og ivaleyst mest minnisríka var í 1992, tá ið Danmark í EM finaluni sigraði 2-0 á Týsklandi.
Royala finalan er seinasti møguleikin hjá FCK at vinna nakað skreyt í ár. Í Svøríki enda teir kappingarárið á heysti. Higartil í hesum kappingarárinum eru seks umfør avgreidd, og IFK er á sjeynda plássinum.