Fyrsta finalan í Robinson

1. páskadag verður tað fyrsta stóra brakið í Robinson Ekspeditiónini í ár. Tá verður tað nevniliga avgjørt, hvørji av teimum 20, sum eftir eru, skulu sleppa við út á veruligu ekspeditiónini á eini oydnari oyggj í Malaysia. Enn er føroyska Birita Bláhamar við, so hon hevur enn ein møguleika at ogna sær sess í beinhørðu kappingini, sum verður tikin upp um nakrar mánaðir

Serligi føroyski áhugin í ársins Robinson-sendingum hjá TV3 liggur uttan iva hjá føroysku Biritu Bláhamar. Hon hevur verið nær við at verða send út fleiri ferðir, men hvørja ferð er hon vorðin bjargað av hyggjarunum, so ein kann siga, at Birita hevur stuðul frá teimum mongu dønunum, sum hyggja eftir Robinson og somuleiðis eisini atkvøða.
Nú sunnudagin, tað er fyrsta páskadag, verður so fyrsta stóran finalan í Robinson sendingunum. Tá verður nevniliga avgjørt, hvør av teimum eftirverandi 20 luttakarunum sleppur við út á eina oydna oyggj í Malaysia.
Sunnudagin verða tveir teir seinastu Robinson-luttakararnir sendir út, og tá verða níggju eftir í hvørjum liði. Níggju í tí sokallaða hyggjaraliðnum og níggju í spesialist liðnum.
Birita Bláhamar er á hyggjaraliðnum. Hetta liðið hevur í undanfarnu sendingum havt nógvar trupulleikar við at vinna kappingar, soleiðis, at tey kunnu fáa nøkur hent amboð við út á oynna, tí har fara kappingarnar jú at halda áfram.

Beinleiðis

Sunnukvøldið verður so sent beinleiðis frá Gedrup Gods, har tað verður gjørt av, hvør sleppur við til Malaysia.
Ekspeditiónsleiðarin, Thomas Mygind, verður handan upptøkutólini, har hann saman við restini av luttakarunum fer í eldin frá klokkan 20.30 til 22.00 føroyska tíð.
Tað er als ikki ómøguligt, at Birita verður ein av teimum 18, sum sleppa við út á oynna. Sæð frá tí sjónvarvinklinum, at hon nú fleiri ferðir hevur verið nær við at dottið út úr kappingini, men hvørja ferð hava hyggjararnir loftað henni aftur.
Men onki av hesum verður greitt fyrr enn sunnukvøldið, so illa ber til at gera annað enn at bíða.