Fyrsta ferðin í steypafinaluni

- Vit eru størri enn tær, og hetta skulu vit gera okkum dælt av, sigur Angilie Johannesen hjá KÍF. Hon væntar, at blokkurin hjá kollfirðingum fer at hava nógv at siga í steypafinaluni ímóti Drátti

FLOGBÓLTUR

KÍF hevur ongantíð áður roynt at vunnið nakað í bestu kvinnudeildini í flogbólti. Tær hava eitt rættiliga nýtt felag í hesum høpi, men nógvu tey seinastu árini hava yngru liðini víst, at okkurt spennandi hevur verið á veg í Kollafirði.
Úslitini hjá besta liðnum eru eisini blivini betri og betri, sum árini eru liðin, og árið í ár hevur higartil verið tað besta í søguni. Kappingin var ikki meir enn farin í gongd, so hevði KÍF tryggja sær luttøku í síni fyrstu steypafinalu nakrantíð. Tær vunnu nevniliga FK-kappingini, sum var heilt afturi í oktober mánaða, men eftir hetta steðgaði upp hjá KÍF.
Í landskappingini gekk aftur á bakka, og ikki fyrrenn tær komu til endaspælið byrjaði aftur at bragda. Seinastu fimm dystirnir hava ført fýra sigrar við sær, og nú vóna kollfirðingar, at kvinnurnar skulu halda fram við góða spælinum, tá tær møta Drátti í steypafinaluni.

Kempa væl
KÍF hevur alt fólki tókt til dystin ímóti Drátti leygardagin, og Angilie Johannesen væntar heilt víst ein javnan dyst.
- Dráttur er helt favorittur undan dystinum. Tær liggja betur fyri í landskappingini og hava roynt hetta fyrr, so tað er heilt víst ein fordeilur hjá teimum. Vit ætla tó at kempa til tað síðsta, tí hesin dysturin skal vinnast.
Angilie sigur eisini, at leikararnir hjá Drátt ikempa væl, og at KÍF skal royna at steðga miðjuni.
- Dráttur hevur eitt gott lið, og serliga miðjan roynist sera væl. Tær kempa eisini ótrúliga væl á gólvinum, og tí verður týdningarmikið hjá okkum at avgera bóltarnar beinanvegin.
- Tær hava eisini fleiri góðar ungar leikarar. M.a. hevur Ruth Thomsen spælt væl í fleiri dystum. Hon er tó ikki so stór, so vónandi fær blokkurin fatur á henni leygardagin.

Blokkurin verður avgerandi
Angilie heldur eisini, at blokkurin fer at hava sera stóran týdning fyri KÍF í steypafinaluni.
- Blokkurin hjá okkum hevur verið sera góður síðstu dystirnar, og hesin kemur heilt víst at vera avgerandi í dystinum ímóti Drátti. Vit eru væl størri enn tær, so hetta skulu vit gera okkum dælt av. Eg meti tað eisini vera týdningarmikið, at vit megna at steðga teirra álopum yvir miðjuna, tí klára vit tað, so stendir væ ltil.
At enda spurdu vit Angilie, um royndirnar komu at hava nakran týdning í hesum dystinum.
- Tað er sjálvandi ilt at meta um. Tær hava roynt hetta fyrr, so hetta er kanska ein lítil fyrimunur hjá teimum, men eg vænti ikki, at hetta fer at merkjast so væl. Har verður nógvur larmur í høllini, so vit mugu bara fara út á vøllin og tosa saman og stóla uppá hvørja aðra, so skal alt nokk ganga, segði Angilie at enda.