Í dag vitjar fyrsta ferðamannaskipið í ár á Havnini. Tað er Crystal Serenity fra amerikansak felagnum crystal Cruises. Við skipinum eru 1.000 ferðafólk.
Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Kunningarstovuni í Havn segði í gjár, at tey gleddu seg at bjóða teimum vælkomin. Hon vísti á, at tað er umráðandi, at ferðafólkini føla seg vælkomin, og tí fegnaðist hon um nýstovnaðafelagið »Cruise Tórshavn«, sum hevur til endamáls at skipa fyri so góðum karmum sum gjørligt, tá ferðamannaskipini koma, so at handils- og ferðavinnan fáa sum mest burturúr hvørjum skipi.
Vit hoyra javnan, at vit einki fáa burturúr, tá ferðamannaskipini eru her men tað krevur eisini ein innsats frá okkara síðu, og tí fara vit at gera handils- og ferðavinnuna meira klára til at taka ímóti skipunum tað gera vit við tí sokallaðu »Port Readiness« konceptinum, sigur hon.
Tað er Johan Mortensen við felagnum Baldursbrá, sum umboðar Crystal Serenity.
Myndirnar tók Dávur Winther