Fyrsta føroyska oljan frá Chestnut avskipað

Atlantic Petroleum boðar í dag frá, at fyrsta lastin av olju er skipað av FPSO Sevan Hummingbird á Chestnut oljuleiðini. Atlantic Petroleum eigur 15% í Chestnut oljukelduni. Í morgun var liðugt at skipa fyrstu lastina yvir í tangabátin ?Siri Knutsen?. Um nakrar dagar verður lastin á umleið 220.000 tunnur avskipað til eitt oljureinsiverk í Evropa.

Wilhelm Petersen, stjóri í P/F Atlantic Petroleum, sigur:

-Avskipanin av okkara fyrstu last er enn ein hornasteinur fyri Atlantic Petroleum, afturat okkara fráboðan um fyrstu oljuna herfyri. Inntøkan hjá Atlantic Petroleum frá hesi fyrstu lastini verður væntandi umleið 15-16 milliónir krónur, fyri umleið 20 daga framleiðslu úr Chestnut oljuleiðini. Hesin hornasteinur er í tráð við okkara ætlan um at vera eitt oljufelag, ið fæst bæði við leiting og framleiðslu, og letur hetta upp fyri víðari møgulleikum hjá Atlantic Petroleum.?

Framleiðslan frá Chestnut oljuleiðini byrjaði 20. september við framleiðslupallinum FPSO Seven Hummingbird. Pallurin verður á Chestnut leiðini í allari framleiðslutíðini. Samstarvsfeløgini hava leigað pallin í hálvtriðja ár, við møguleika fyri at leingja leigumálið við tveimum árum.

Mett er at framleiðast kunnu umleið 1,4 milliónir tunnur av olju (MMboe) til Atlantic Petroleum úr Chestnut leiðini, og verður framleiðsluferðin í byrjanini væntandi millum 1.300 og 2.100 tunnur (?boepd?) um dagin. Tá er South Chestnut ikki tikið við.

Sum áður fráboðað varð byrjað at bora ein næsta framleiðslubrunn tann 7. September 2008. Hesin brunnurin verður boraður í løtuni, og verður eftir ætlan knýttur upp í Chestnut framleiðslukervið tíðliga í 2009.

Samstarvsfeløgini í Chestnut loyvinum eru: Venture Production (fyristøðufelag) 69.88%, Bow Valley 15.12%, og Atlantic Petroleum 15%.